Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggi bygningurin hjá Fjallafípuni reistur

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í dag var reisigildi í útibarnagarðinum Fjallafípan, nú sperrurnar í nýggja bygninginum vórðu reistar.

 

– Henda útbygging er ein liður í arbeiði okkara at útvega fleiri pláss og betri umstøður á dagstovnaøkinum, sigur Eyðstein Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung. Bygningurin, sum fer at fevna um tríggjar stovur og íalt 45 pláss, verður liðugur í summar.

Norðhús stendur fyri byggingini, sum telur heilar 290 fermetrar.

Boðið varð til kaffi og kakur og okkurt lættara svalandi til bønini, sum sjálvandi eisini hildu seg framat – hetta er jú teirra dagliga tilhaldspláss.

Eyðstein Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini, Børn og ung tók eisini orðið og hugleiddi um tilgongdina til hetta byggistigið, sum var byrjað longu í undanfarna býráði. Men, sum hann vísti á, hevði tað við góðari telving í verandi býráði eydnast at fremja verkætlanina í verki, ið hann takkaði borgarstjóranum, býráðnum og nevndum tess fyri, eins og hann takkaði Norðhús fyri dygdargott arbeiði.

Størsti partur av bygninginum varð smíðaður liðugur í desember 2022 í høllini hjá Norðhús, men ikki fyrr enn nú, tó at veðrið ikki hevur verið av tí besta, var tað eydnast at reisa hann og so í dag eisini sperrurnar, sum so viðførdi hetta reisigildið, øll høvdu glett seg til.

Starvsfólkini á Fjallafípuni hava saman við Trivnaðardeilini og Teknisku deild, saman við NR (Námsfrøðiliga Ráðnum) verið við til at sniðgeva og innrætta bygningin, og eru tey øll fegin um, at nú er komið so væl áleiðis, at móti sumri verður hesin týðandi bygningurin helst tikin í nýtslu.

Jú, ein góður dagur, ið hevur lagt væl afturat umráðandi umstøðum hjá tí unga ættarliðnum – framtíð okkara!