Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góður dagur hjá Mjølnir

Jóhann Lützen

Bæði kvinnurnar og menninir sigraðu í Føroya Tele deildini á Toftum móti Ternuni í dag

Menninir leiktu kl 14.00 og vunnu 3-0 ímeðan kvinnurnar leiktu kl 17.00 og tær vunnu 3-1. Sigrarnir koma væl við hjá báðum liðunum.

Hjá kvinnunum tí at tað sæst ein menning og gevur sjálvsálit til komandi uppgávurnar. Hjá monnunum, tí teir skulu royna at fylgja við oddaliðnum Fleyr og annars halda SÍ og ÍF aftanfyri seg. Føroyameistaraheitið er soleiðis skipað at tvey tey ovastu liðini, tá Føroya Tele deildin er liðugt leikt, leika FM finalur, best av trimum.

Nógv festivitas hevur verið á Toftum í vikuskiftinum. Í gjár hátíðarhelt bygdaráðið (nú býráð) at Toftir hevur fingið heiti býur og í dag varð markerð at Ternan hevði 13 ára føðingardag. 

Næsta leygardag eru hálvfinalur í Badmintonhøllini og tá savnast øll føroyska flogbóltsfamiljan í Klaksvík.