Tað er ikki bert millum okkum menniskju, at tað finnast tey, ið megna betur at koma framat ágóðunum enn onnur. Á eini vitjan á Selatrað leygardagin komu vit framvið hesum seyðafylginum, ið fekk sær føði. Alt fylgið stóð kring “jarnkurvina” og togaði sær stráð út ímillum jarnstengurnar. Tann eina ærin hevði funni ein nógv betri hátt at koma framat øllum tí góða, hon leyp simpulthen bara upp í kurvina, her hon kundi velja ímillum alt, sum seyðamaðurin hevði lagt út. Snilt, ha?










