CEF-samgongan hevur lagt sína fyrstu fíggjarlóg í valskeiðnum fram
Økini norðanfyri Havnina eru ikki umboðað í Landsstýrinum, ið hevur gjørt fíggjarlógaruppskotið, og tí hevur Norðlýsið spent lisið fíggjarlógina við Norðoyabrillum og kannað, hvat Norðoyggjar hóast alt kunnu vænta sær í 2023. Latum okkum byrja við tí góða.
Tað góða:
Gula Húsið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fær 10 milliónir afturat, ið verða játtaðar í 2023, og harvið kemur tøki peningurin upp á 18,4 mió., ið m.a. fer til innrætting av Gula Húsinum til fyrisitingarbygning, eins og til innrætting av starvsfólkabygninginum.
Húsarhaldsskúlin fær 9,25 mió. í 2023 og kann vænta sær 14,3 milliónir í 2024. Játtanin í 2022 var 4 mió., so hetta eru trivaligar meirjáttanir.
Skálagarður fær 3.070.000 afturat í 2023 og hevur tilsamans fingið settar av 3.570.000, nú stovnurin til fólk við seinheilaskaða letur upp í ár.
Tunlarnir norður um Fjall fáa eina munandi meirjáttan, 130 milliónir í 2023 í mun til 97 milliónir í fjør. Játtanin væntast at hækka upp aftur meira í 2024, tá 150 milliónir ætlast játtaðar.
Bátasavn verður gjørt í Svínoy, og 300.000 kr. verða játtaðar í 2023, ið er tað sama sum í 2022. Útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til Fugloyarleiðina standa til at fara yvir eina millión upp í virksemisyvirlitinum, og við meira enn 1,6 mió. til Kalsoy.
Íverksetarahúsið fær 100.000 meira enn í fjør og fær í ár 1,2 mió.
Tað minni góða:
Klaksvíkar Sjúkrahús fær onki nevnivert afturat til rakstur í 2023. Har er ein lítil hækking, ið verður etin av lønarframskriving, prísvøkstri og broyttari fólkasamanseting, og so stendur, at játtanin fer at lækka vegna tað, at ongar Corona-útreiðslur ella eingangsútreiðslur til útbúgving av kliniskum sjúkrasystrum eru í 2023.
Tekniski Skúli í Klaksvík hevur ikki nógv at gleða seg til, tó at savningarstað/aula gamaní verða gjørd eftir ætlan. Á s. 215 í fíggjarlógini stendur, at 800.000 krónur verða tiknar frá Tekniska Skúla og fluttar til “felags fyri miðnámsskúlar”. Sjónám fær eisini bara til lønarframskrivingar og skeið til næmingarnar, meðan játtanin til Trygdarmiðstøðina hækkar við 200.000. Umleið sama søga er fyri Klaksvíkar HF-Skeið, har játtanin so at siga eisini stendur í stað.
Um grunnin handan Mentanarhúsið í Klaksvík stendur, at treytirnar í tilsøgnini ikki eru fult loknar, og tí eru einans 4 milliónir av teimum játtaðu 5 mió. útgoldnar. Í fíggjarlógini stendur, at seinasta milliónin kemur, tá treytirnar fyri tilsøgnini eru loknar. Onki stendur um, hvørjar hesar treytirnar eru.
Játtanin til Gloria stendur í stað og umsorganarheimið fær aftur í ár 2.633.000 kr. á fíggjarlógini.
Hvørki Kunoyggin ella Viðoyggin eru nevndar við einum orði í Fíggjarlógini.



