Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn er møguleiki at koma í finaluna

Oliver Joensen

Stjørnan fekk er ringa byrja uppá fyrru hálvfinaluna  í steypakappingini í gjárkvøldið ímóti Kyndiul. Tá uml. 14 min. vóru leiktir, var støðan 7-1 til Kyndil. Henda fyrsta løtan var merkt av, at Stjørnan hevði trupult við at koma til upplagdar málmøguleikar. Álopsspælið var ikki serliga væl skipað, og var ov nógv merkt av einmannsavrikum.  Tað hevði sær, at Kyndil hevði ikki trupult við at verja. Man saknaði meir flow yvir álopsspælinum hjá Stjørnuni, við m.a yvirgongdum og gjøgnumspældum spæli . Stjørnan fekk tó minkað um munin soleiðis, at tá farið var til hálvleiks, var støðan 11-8 til Kyndil.                                                                                         

Byrjanin av seinna hálvleiki var, eins í fyrra hálvleiki, ikki góð hjá Stjørnuni. Tá uml. 10 min. vóru leikti av seinna hálvleiki, hevði Stjørnan bert skotið 3 mál, meðan Kyndil hevði fingið 6 mál. Tað eyðnaðist Stjørnuni tó at svara aftur, og tá leiktir vóru 56 min., var munurin minkaður til tvey mál, støðan var tá 26-24 til Kyndil, og spenningur var í dystinum, men fleiri óprovokerðair fleilir og eitt enn eitt mistýtt brostkast, høvdu við sær, at Kyndil kundi fara av vøllinum sum vinnarar við úrslitinum 28-24.                                                                                    

Hóast eitt tap við fýra málum, so er framvegis møguleiki hjá Stjørnuni at koma í steypafinaluna, men tað krevur ein sigur uppá minimum fimm mál í seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn leygardagin kl. 17.00. Men skal Stjørnan gera sær vónur um at koma í steypafinaluna, so mugu tær vera nógv meira klára frá bríksli av, so tær ikki verða runnar um koll frá byrjan, og so mugu afturvendandi óneyðugu mistøkum ikki gerast. Tær hava alt at vinna og onki at tapa, so tað er at koyra á motorin frá byrjan til enda.