Soleiðis skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.
Leið 56 týsdag 21. Februar 2023
Orsaka av, at Sam er tikin úr sigling á leið 56, fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56. Erla Kongsdóttir brúkar atløguna á Stongunum (við Kjøl), og siglt verður smbr. ferðaætlan fyri leið 56.
Tilkallitúrurin á kvøldi skal tilkallast á tlf. 293150.
Enn er ógreitt, nær Sam verður aftur í sigling, men líka skjótt kunning fyriliggur hesum viðvíkjandi, verður kunnað alment um hetta.
Tey, ið hava tørv á farmaflutningi verða vinaliga biðin um at seta seg í samband við okkara farmaavgreiðslu í Klaksvík.
GG: Erla Kongsdóttir tekur ikki akfør – einans ferðafólk.



