Fríða var fullsett við eldhugaðu lurtarum og kanst tú siga viðhaldsfólki hjá Anfinni!
Klaksvíkingurin, Anfinn Nielsen, hevur undirhildið føroyingum við fangandi og stuttligum sangum, sum fólk veruliga hava tikið til sín. Nógvir av sangunum hava verið sonn plettskot bæði við orðum og løgum – hugsa bara um sangirnar »Í skúri«, »Sirkus Tinganes«, »Gubbi og eg«, »Lítli Fuglur«, »Summar«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Ein glavir havnamavir«.
Sjálvandi sang Anfinn eisini sangin um húkin – og um at krøkja hann í ein skiparabúk. Hetta sum hevur ilskað fleiri sjómenn og føroyingar, ið hava sett sítt álit á húkin. Húkin, sum er eitt av varðateknum í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, Klaksvík! Húkin, sum í øldir hevur breyðføtt føroyingar.
Men um tú hevur verið við til nøkur av Torratiltøkunum um Flemich Kap, so skilir tú Annfinn.
Teir vóru so sárhentir og engdu við bløðandi hondum, kláraðu ikki at knappa sær buksurnar, men máttu brúka ein teym við húki á, at hjálpa sær við at knappa buksurnar.
Anfinn hevur fleiri beinraknar sangir og løg um sjólívið – eisini í Eystursjónum, har Tjerbubyl, gjørdi um seg á sinni.
Ein brakandi konsert, saman við Føroya bestu tónleikarum, Jógvan hjá Inu, Eyðun Nolsøe, stillføra men hegnisliga Ólavur Øster í Fríðu í gjárkvøldið, har Anfinn rættiliga vísti kynstur síni og fekk fjøldina at syngja við.
Eitt gott og hugnaligt endabrak til Torradagarnar!
Takk fyri!















