Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fundur ásettur við varaborgarstjóran

Jóhann Lützen

Norðlýsið skilir at fundur verður í vikuni millum leiðsluna í Norðoya Fólkafloksfelag og Atla S. Justinussen, varaborgarstjóra í Klaksvíkar kommunu

Tað var í gjár, at Norðlýsið bar tíðindini at kinkur er komið í samstarvið millum Karl Johansen, borgarstjóra og Atla S. Justinussen. Varaborgarstjórin luttekur ikki longur á samgongufundum, tí borgarstjórin ikki vil lata honum lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna, tá hann er burturstaddur. Karl Johansen segði við Kringvarpið í gjár at tað er ein trupullieki fyri býráðsarbeiði og eisini ein trupulleiki Norðoya Fólkafloksfelag. 

Tað er trupult at fáa partarnar í málinum at úttala seg, men Norðlýsið skilir á vatnrørunum, at fundur er ásettur at verða hesa vikuna ímillum leiðsluna í Norðoya Fólkafloksfelag og Atla S. Justinussen.