Tiltakið eydnaðist framúr væl og tá vit taldu saman vóru heilar kr. 7.359,50 í eskjuni.
Í samband við at Berin hevur landsinnsavning sunnudagin 5. Mars, vildu vit í Snjallubjallu fegin gera okkurt fyri at savna pening inn.
Starvsfólk bakaðu vaflir og gjørdi te og kaffi og so stillaðu vit eina lítla sølubúð upp uttanfyri í góða veðrinum.
Nøkur av børnunum arbeiddu í sølubúðini og so kundu foreldur og avvarandi koma at keypa. Ongin prísur var ásettur, men vit lótu tað vera upp til keyparnar, hvussu nógv tey vildu læta.
Hetta er stórt og rørandi og vit vita, at peningurin fer til eitt sera gott arbeiði.











