Grækarismessuhaldið verður í Skálanum Bøgøta 11. Kl. 14.00, sunnudagin 12.mars.
Tað er Klaksvíkar Dansifelag í samstarvi við Skótalið Nólsoyar Pálls, KFUM-K skótarnar og Klaksvíkar Hornorkestur, ið skipa tiltakið.
Í Skálanum spælir hornorkestri nøkur løg. Vit syngja felagssangir og Jóannes Edesgaard flytur fram røðu.
Eftir grækarismessuhaldið verða kakao og bollar at fáa, og barnadansurin hjá Klaksvíkar Dansifelag hevur tombola.



