Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunning í Løkshøll um skúlamøguleikar 

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 9.mars kl. 18.30 – 21.30 verður kunningarkvøld í Løkshøll

Tá koma sjey skúlar at kunna um teirra virksemi, og hvat teir kunnu bjóða teimum ungu, nú tey skjótt fara úr fólkaskúlanum. Eisini kemur Vinnuhúsið at greiða frá um yrkisútbúgvingar. 

Skúlarnir, sum koma at leggja fram, eru Føroya Eftirskúli, Heilsuskúlin, Sjónám, Húsarhaldsskúli Føroya, Háskúlin í Nesvík, Eftirskúlin Brúgvin og Føroya Fólkaháskúli. 

Umframt at hava eina framløgu í Løkshøll koma skúlarnir at seta básar upp í kantinuni, har tey vitjandi kunnu fáa meir at vita um skúlatilboðini.  

 

Kunningarkvøldið er eitt samstarv millum skúlavegleiðararnar í Fuglafjarða, Tofta, Stranda, Runavíkar skúla og skúlan við Streymin.  
Endamálið við tiltakinum er, at næmingar saman við foreldrum teirra nema sær kunning um føroysku skúlatilboðini, sum standa teimum í boði.  

Tiltakið er alment, og eru øll vælkomin.  
 
Skráin verđur hendan: 
18.30: Vælkomin 
18.35: Føroya Eftirskúli 
18.50: Heilsuskúlin 
19.05: Vinnuhúsið 
19.30: Sjónam 
19.45: Kaffi og básavitjan 
20.15: Húsarhaldskúli Føroya 
20.30: Háskúlin í Nesvík 
20.45: Føroya Fólkaháskúli 
21.00: Eftirskúlin Brúgvin 
21.15: Kaffi og básavitjan