Í dag hava áhugaðir umsøkjarar og avvarðandi teirra høvi at hitta lestrarvegleiðarar skúlans.
Kunnað verður um gymnasialu Tøknibreytina, nýggju Ítróttar- og Heilsuleiðina, handverksútbúgvingarnar á Yrkisnámi og Serbreyt.
Inngongdin við Mýruveg er opin frá kl.11 til 14.
Kunning er eisini á heimasíðu skúlans tsk.fo.



