Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálkur hevur keypt URBANE

Jóhann Lützen

Skjótt fara vit at síggja nýggjan handil í Biskupstorg, tá ið Skálkur flytir inn fyri URBANE, sum nú hevur selt virksemið til Skálk.

1. apríl yvirtekur Skálkur klædnahandilin URBANE á Biskupstorgi.

Skálkur fer framhaldandi at selja mannfólkaklæðir, og hetta fer sjálvandi at síggjast aftur í merkjunum, ið framyvir verða at fáa í handlinum.

Spar 50% av allari vøru

Viðskiftafólkini í URBANE hava tikið væl ímóti vørunum, sum hava verið til keyps, so um kundarnir ynskja at fáa fatur á merkjum sum Calvin Klein og Blue de Génes áðrenn yvirtøkuna, so ber til at gera kvettið næstu 14 dagarnar, har øll vøra verður seld við 50% avsláttri.

Vit ynskja at takka øllum okkara viðskiftafólkum, sum hava tikið so væl ímóti okkum og takka fyri tíðina á Biskupstorgi.
URBANE

Harleyfacadeacryl