Ein ónøgdur leigari setti seg í samband við okkum skjótt eftir, at vit høvdu borið søguna um økta leigukostnaðin á íbúðunum við Biskupstorg
Fyrr í dag skrivaðu vit um at íbúgvarnir á Biskupstorgi høvdu fingið boð frá Bústaðir um at leigukostnaðurin fór 4 % upp tann 1. august í ár. Vit vístu á, at Bústaðir høvud hækkað kostnaðin tvær ferðir áðrenn við 1% hvørja ferð.
Hetta er tó ikki heilt rætt tí ein lesari, sum eisini er leigari á Biskupstorgi, vendi sær til okkara við nøkrum rættingum. Viðkomandi skrivar soleiðis til Norðlýsið
Tit skrivað, at leiguprísurin er hækkaður við 1 %, 1% og nú 4 %.
Hetta er ikki heilt rætt, um eg taki okkara leiguhækkingar.
Upprunaligi prísurin fyri okkara íbúð var 10.000 kr. um mð.
Fyrsta leiguhækkingin var uppá 100 kr. um mð (1 %)
Onnur leiguhækkingin var uppá 152 kr. um mð (1,5%)
Tann nú fráboðaða leiguhækkingin er uppá 431 kr. um mð (4,2 %)
So íalt 6,7 % uppá 4 ár. Hetta er uttanfyri alt mark.
Bústaðir grundgevur hesa ferð soleiðis:
“Hækkingin í húsaleiguni er sum meginregla grundað á broytingina í brúkaraprístalinum seinastu trý árini.”



