Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skannaratilmæli

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Klaksvíkar sjúkrahús fekk, sum flestu okkara vita,  eina stórfingna gávu, ein spildurnýggjan framkomnan Tesla MR-skannara  frá vinnulívsfólki í Klaksvík og Eysturoynni. Ein skannari,  sum stórur tørvur er á, og sum kann gera stórt gagn hjá nógvum fólki. Vit mugu gera alt fyri at stytta bíðitíðina. Fólk doyggja hvønn dag av krabbameini.

Eftir øllum sólarmerkjum at døma, so er hendan gávan komin sera dátt við hjá landsstýrinum. Serliga hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá. Hon vil ikki treytaleyst taka ímóti gávuni, hóast móttakarin, Klaksvíkar sjúkrahús, tekur ímóti gávuni við opnum ørmum og sær tørvin og stórar møguleikar. Landsstýriskvinnan vil hava eitt tilmæli, um gávan kann móttakast.  

 

Og í tí sambandi havi eg sent landsstýriskvinnuni í heilsumálum Margit Stórá skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini:

1.​Ætlar landsstýriskvinnan at seta ein arbeiðsbólk  at gera  tilmæli í sambandi við stórfingnu gávuna, Tesla MR-skannaran, ið Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið?

2.​Um ja, hvør verður settur í hendan arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmælið.  Frá hvørjum sjúkrahúsi og hvørji  deild  verða tey ?

3.​Ætlar landsstýriskvinnan at niðurlaga sergreinar/førleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi ?

4.​Ætlar landsstýriskvinnan at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum  á Klaksvíkar sjúkrahúsi ?

5.​Hvørjar møguleikar særlandsstýriskvinnan í nýggja skannaranum, og sær hon nakra framtíð fyri honum á Klaksvíkar sjúkrahúsi ?

6.​Hvør er munurin á at geva  Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva  Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu?

Link til fyrispurningin: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10418