Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn samtykt í løgtinginum

Jóhann Lützen

Á fundi týsdagin 9. mai samtykti løgtingið við 19 atkvøðum endaliga eitt uppskot frá Ingilín D. Strøm landsstýriskvinnu, um at strika eitt krav um privata fígging í sambandi við bústaðabygging hjá Bústøðum. Talan er um eina broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn.

 

Uppskotið varð lagt fyri tingið, partvíst eftir ynski frá Bústøðum, ið hevur ført fram, at kravið um privata luttøku í verkætlanum hjá Bústøðum kann vera ein forðan fyri, at verkætlanir koma í gongd. Orsøkin er, at privatir íleggjarar ofta eru meira áhugaðir í at keypa seg inn í bústaðaverkætlanir, tá tær eru komnar nakað áleiðis, heldur enn at vera við frá byrjan, tá bæði óvissa og fíggjarligur váði eru stór.

Landsstýriskvinnan fegnast um at uppskotið fekk so góða undirtøku. – Bústaðir fær nú frælsi til at meta um, nær og í hvønn mun stovnurin skal fara í samstarv við aðrar íleggjarar um bústaðaverkætlanir, og væntandi verður hetta til frama fyri virksemi hjá Bústøðum, sigur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna.

Lógarbroytingin fær gildið, beinanvegin løgtingslógin er kunngjørd.

Harleywoodpaint