Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fredrikstad liggur nummar eitt

Norðlýsið

Í dagsins dysti móti Aasane legði Fredrikstad hart út, og longu í triðja minutti stóð 1-0 til Fredrikstad á talvuni.

Støðan helt sær líka til 87’inda minutt, tá ið Aasane javnaði. Eina løtu sá tað út til, at Fredrikstad enn einaferð fór av vøllinun við einum javnleiki, men soleiðis vildi Henrik Kjelsrud Johansen tað ikki. Langt inn í yvirtíðini (95’minuttir) skorðaði hann til endaliga úrslitið 2-1, og harvið kann Mikkjal Thomasen, Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen og allir viðleikararnir fegnast um, at teir nú hava tikið oddasessin í deildini.

Bjartalíð byrjaði inn, fekk eitt gulakort og varð skiftur út í 89’inda minutti.

Brandur H. Olsen kom ikki á vøllin.

Tað eru trý lið, ið hava 18 stig, so tað er tætt í toppinum.