Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya
Hóskvøldið 08.juni kl. 19.30 ferð Sissal Kj. Kristiansen at halda fyrilestur undir heitinum
Ull-Binding-Mentan-Samleiki
Innihaldið í fyrilestrinum ferð at snúgva seg um, hví ull og binding hava so stóra ávrikan á føroyska samleikan og føroysku mentanina.
Sissal Kristiansen er sniðgevin handan Shisa Brand. Shisa Brand for av álvara at binda og sniðgeva til føroyingar í 2013, og hevur drívmegin hjá Sissal alla tíðina verið, at skapa snið, ið virða føroysku ullina og føroyskan bindisið. Shisa Brand ynskir skapa snið, ið bæði hava eina føroyska kjarnu, men sum eisini eru í tráð við hennara fagurfrøðiliga ans og stíl.
Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya
Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo ella ringa á tlf. 216974 áðrenn kl. 16.00 hósdagin.



