Føroyar hava ikki avrikað so illa í langa tíð sum í kvøld móti Kekkia.
Føroyar hava síðstu árini nærum uttan undantak avrikað væl á heimavølli. Eisini móti góðum liðum, ið hava verið líka góð ella betri enn Kekkia.
Men hesin dysturin fer í søgubøkurnar fyri helst vánaligasta avrikið í longri tíð. Tað var klassamunur frá byrjan til enda og hagtølini eftir dystin vístu, at Føroyar høvdu ikki eina málroynd og einki hornaspark. Hetta eru púra óvanlig tøl á heimavølli. Føroyska spælið hekk ikki saman og lagda ætlanin bæði við bólti og uttan bólt virkaði ikki. Í hálvleikinum var støðan 2-0 og í seinna hálvleiki sluppu føroyingar væl við at Kekkia bara skoraði eitt mál til úrslitið 3-0.
Føroyar spæla aftur týskvøldið móti Albania, og tá ræður um at vaska talvuna reina. Tíbetur hendur tað ikki undir vanligum umstøðum, at eitt so vánaligt avrik sum hetta verður endurtikið tveir dystir á rað.


