Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðstrok tríggjar luttakarar við til Oyggjaleikir á Guernsey

Norðlýsið

Norðstrok, ið er súkklu og triathlon felagið í Klaksvík, má sigast at hava fingið vind í seglini.

Um bert fáar dagar vera oyggjaleikir á Guernsey, og tá fara ikki minni enn tríggir luttakarar frá Norðstrok avstað við Føroyska landsliðnum í súkkling og triathlon.

 

Hilmar Hansen

Hilmar Hansen, sum eisini er nevndarlimur í Norðstrok, skal luttaka í fjallasúkkling og býðarsúkkling. Hilmar hevur víst góð úrslit í teimum føroysku kappinginum, og hevur haft fleiri heiðursmerkir heim við sær aftur til Klaksvíkar.

 

Magni Jóhansson

Magni Jóhansson er útikiin í triathlon og tíðarsúkkling. Her er tað serliga triathlon, ið verður spennandi at fylgja við í. Magni er sera sterkur triathletur og hevur áður víst, at hann fær góðar tíðir. Magni er føroyameistari í triathlon OL teininum, sum er tann sami teir skulu luttaka í á Gernsey.

 

Bergtór Tórsteinsson

Bergtór Tórsteinsson er úttikin til tíðarsúkkling og triathlon. Bergtór hevur sístu tíðina betra seg nógv á súkkluni og umframt tað, so er hann ein sera sterkur svimjari. Hetta gevur honum góðar fortreytir at koma væl frá byrjan. Bergtór bleiv nummar tvey til FM Ol teinin.

 

Umframt at Magni og Bergtór hava luttikið í føroysku kappiningum, so hava teir eisini roynt seg uttanlanda fyrr í ár. Eisini her hava teir staðið seg væl og fingið góðar tíðir.

Allir siga teir seg at vera væl fyri, og teir hava lagt nógvar tímar í at venja upp til leikirnar. Súkkling og triathlon er ein tíðarkrevjandi ítrottur, sum krevur nógv av einum um mann ynskir at halda eitt høgt stig.

Annars kann sigast um felagið Norðstrok, at tað er í menning. Felagið hevur sum mál at røkka ein breiðum skarða av fólki sum vilja súkkla. Øll skulu ikki kappast, og tí hevur Norðstrok eisini heilsusúkkling mikukvøld kl 18:00. Tá verður súkkla av Sandinum og súkkla verður ein tíma. Øll møtast aftur á Sandinum. Eins og tá runnið og gingið verður so er upp til hvønn súkklara hvat tempo, og hvussu leingið súkklarin orkar at halda á. Einasta kravi er, at súkklarar hava hjálm og lyktir við.