Súkklingin hjá føroysku Rynkeby súkklarunum er byrjað. Startskotið varð latið av við Sambýlið á Heygnum – Smæran Ven og virka á Helnabrekku í dag.
Sera nógv fólk høvdu leitað sær til byrjurnarløtuna í morgun. Talur vórðu hildnar og hjálparfólk og súkklarar fingu nógv góðynski við á ferðini. Johanna Christiansen, býráðslimur helt eina sera viðkomandi røðu, har hon takkaði súkklarunum fyri tann stuðul, sum familja hennara hevði notið av innsavningini, ið Rynkeby tiltakið hevði hjálpt við, tá tey vóru í dýrastu neyð.
Hugalagið var gott nú súkklararnir á fyrsta sinnið traðkaðu í pedalurnar og fóru undir fyrsta teinin.
Vit á Norðlýsinum ynskja teimum góðan túr og at alt má eydnast á besta hátt.
























































































































