Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spenningurin er stórur til heimadystin í Champions League

Jákup Ósá

Til altjóða dystir hjá KÍ er spenningurin serligur og ikki minst í ár. KÍ hevur vunnið allar landskappingardystirnar, men skal í Champions League møta einum liði, sum á pappírinum er nógv betri.

KÍ broytir í einum frá at hava leiklut sum favorittur stórt sæð allar dystir til tað øvugta.

Undan hesum dystinum hevur KÍ spælt tríggjar altjóða dystir í Klaksvík. Tapt móti RFS og vunnið móti Bodø/Glimt og Sutjeska. Nú vitjar Ferencváros, sum er nógv betri enn RFS og Sutjeska og helst nakað betri enn Bodø/Glimt, um hugt verður eftir úrslitunum í altjóða fótbólti síðstu árini.

Tá Ferencváros vandi so sást, at talan er um eitt stóra fyriskipan. Hópurin var stórur og toymið rundanum stórt. Vit sóu minst fýra fólk, sum bara filmaðu og dokumenteraðu venjingina. Vit sóu kamera, sum filmaði málmansvenjingina og í luftini fleyg ein drona.

Millum KÍ-áskoðararnar er spenningurin stórur. Summi halda, at tað liggja møguleikar hjá KÍ á heimavølli ikki minst, tí mótstøðuliðið ikki er í dystarvenjing, men so eru tað eisini summi sum halda, at hetta mótstøðuliðið verður ov gott til at KÍ kann fáa eitt gott úrslit.

Svarið fáa vit týskvøldið. Niðanfyri nakrar myndir frá degnum í dag við Djúpumýrar.