Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Revsitiltøk móti føroyskari veitingarvinnu

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins

Bert 202 dagar brúkti samgongan at plyndra fiski- og alivinnuna, og nú eigur veitingarvinnan tørn.

 

 

Ótrúligt, sum sosialistisku flokkarnir Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru hatskir og eirindaleysir móti okkara privata vinnulívi. Hava tey ongantíð hoyrt um hvat hendir, um tú kvalir gullhønurnar?

Í dag eru revsitiltøk sett í verk móti føroyskari veitingarvinnu. Skálkaskjólið hjá okkara Javnaðarstjórn er Russland. Okkara veitingarvinna missir 100-tals milliónir kr., sum nú Norra ger sær dælt av. Kundarnir riknir til Norra og Russland er fullkomiliga óávirkað. Taparin er føroyska veitingarvinnan.

Í vár samtykti samgongan at plyndra fiskivinnuna við okurs tilfeingisgjøldum. Hetta gongur serliga út yvir heimaflotan, sum frammanundan liggur í tungum sjógvi. Á oyggjarleikum fegnast allir føroyingar um heiðurmerki, meðan samgongan hevur prýtt seg við heimsmeti í tilfeingiskatti.

Eisini samtyktið samgongan at plyndra alivinnuna við m.a. 4-falding av toppskattinum. Frá at hava eina alvinnu í heimsflokki hava sosialistarnir nú fingið heimsmet í skatting av alivinnuni. Hesi bæði ganga sjaldan hond í hond.

Alt hetta meðan løntakarin verður knokkroyttur við helst hægsta skatti í heiminum.

Hóast øll hesi heimsmeistaraheiti, so er samb. fíggjarkarmunum hjá landstýrinum, einki at rutta við. Uttan nýggj tiltøk, verður undirskot á fíggjarlógini næsta ár.

Grát mítt elskaða land.

 

 

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins