Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein sangløta av teimum stóru á Norð Festivalinum

Jóhann Lützen

26. aug. 2023 verður Viðareiði karmur um eina stórsligna løtu, tá ið hesar legendur fara at geva okkum tað allarbesta, sum oyra kann hoyra.

 

 

Sera virkni sangarin Karl Martin Samuelsen, sum vit kenna frá bólkum sum Hjarnar og Joka, verður at hoyra á Norð Festivalinum. Hvør minnist ikki perlurnar “Breaking my heart”, “Komið øll við”, “Í alla nátt” og “Torvatrøllið”!

Tær gjørdust sannar landaplágur – festligu sangirnir hjá Anfinn og Co., “Sirkus Tinganes”, “Í skúri”, “Útsøla”, “Mítt hjarta” og ikki minst vakri sangurin “Lítli fuglur”, og tí er tað gleðiligt at boða frá, at Anfinn fer á páll á Norð Festivalinum.

Ein løta við Halleluja Sofus slær ikki falska mentu. “Altíð elska teg” og “Kærleiksspor” eru nakrir av sangunum, hann so meistarliga syngur – men um teir verða at hoyra á Norð Festivalinum, ja tað mugu gudarnir vita. Halleluja (Sofus) verður so í øllum førum at hoyra!

Keyp tíni atgongumerki her: https://nordfest.atgongumerki.fo/…/2120932/order/info

Nú er at gera skjótt av, sølan gongur við rúkandi ferð!

Tað er framanundan greitt, at Tinganest, Marius DC, Magni Christiansen, Danny Baldurssson, Grandma´s Basement, Jens Marni Hansen og Sámal Ravnsfjall eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2023. Komandi tíðina fara vit at kunngera fleiri nøvn.