Toppskjúttin hjá Team Klaksvík í fjør sær fram ímóti at eitt manslið í Klaksvík á fyrsta sinni skal spæla í altjóða kapping.
Norðlýsið var við á kunnandi fundi hjá Team Klaksvík fyri tveimum vikum síðani. Har blivu ætlanirnar lagdar fram, at Team Klaksvík fer at spæla í European Cup á fyrsta sinni. Hetta hevur Team Klaksvík møguleikan til, tí liðið endaði á 3. plássi.
– Tað hava vit ikki roynt áður. Tað verður øgiliga stórt. Vit fara at arbeiða hart fram ímóti tí og gleða okkum nógv. Tað verður nógv broytt. Vit byrja fyrr við fyrireikingunum, so tað verður spennandi, sigur Jens Pauli Poulsen við Norðlýsið.
Venja meir
– Vit hava verið eitt av feløgunum, sum ikki hevur vant so nógv, meðan kappingin hevr ligið still. Styrkisvenjing er neyðug at halda við líka alt árið. Vit hava ikki verið nóg góðir til tann partin, men tað ætla vit at broyta í summar, og tí byrjaðu vit við tí fyrr í mánaðinum.
– Vit hava tvær bronsur á rað. Tað vildi sjálvandi verið gott at gjørt tað enn betur, men fáa vit aftur eina bronsu, so vildi eg í øllum førum verið nøgdur, sigur hann.
Úrslitini smitta niðureftir
At Team Klaksvík hevur staðið seg væl síðstu árini hevur smittað niðureftir.
Tá tað gongur væl hjá okkara besta mansliðið, so sær man, at limatalið í ungdómsdeildini økist. Tað ljóðar, at limatalið komandi kappingarár helst verður tað størsta nakrantíð hjá felagnum, so tað er gleðiligt, sigur Jens Pauli Poulsen við Norðlýsið.
Dytstirnir verða 9.-10. september og 16.-17. september. Lutakastið verður kl. 10.00 í morgin og kann síggjast á https://www.eurohandball.com/en/


