Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anfinn í Toft verður nýggjur tekniskur leiðari hjá Nes kommunu

Tíðindaskriv

Á eyka býráðsfundi, tann 18.07.2023, varð samtykt at seta Anfinn í Toft í starv sum tekniskur leiðari hjá Nes kommunu.

 

Anfinn er 35 ár og búsitandi í Klaksvík. Hann er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. Harafturat hevur hann dyggar arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA.

Anfinn tekur við starvinum 01. september.