Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Maria og Bjarki millum nøvnini á Norð Festivalinum

Jóhann Lützen

Leygardagin 26. august á Viðareiði

 

Nýggjasta stjørnuskotið á føroyska stjørnuhimmalinum Maria R. á Heygum, sum við síni bergtakandi rødd hevur bergtikið okkum, fer sjálvandi eisini at bergtaka á Norð Festivalinum.

Hvat er ein tónleikafestivalur uttan bestu sangarar! So sjálvandi fer Bjarki, sum í 2018 vann heiðurin “ársins mannligi sangari” á FMA á pall á Norð Festivalinum.

Keyp tíni atgongumerki nú og spar pening: https://www.atgongumerki.fo/2120932/nord-festivalurin-2023

Tað er framanundan greitt, at Blátt Gras, Anfinn Nielsen, Tinganest, Jens Marni Hansen, Marius DC, Magni Christiansen, Danny Baldurssson, Grandma´s Basement, Halleluja Sofus og Sámal Ravnsfjall, eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2023.

Vit síggjast á Norð Festivalinum.