Í samband við Champions League dystin í Gøteborg, millum BK Häcken og KÍ mikudagin 2. august, skipar Norðlýsið saman við fjepparum fyri busstúri frá Keypmannahavn til Gøteborg
Bussur fer frá høvuðs jarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, umvegis Kastrup flogvøllin, til Gøteborg.
Túrurin er mettur at taka góðar 3 tímar, men á vegnum verður steðgað tvær ferðir á uml. 10 min. Í bussinum verður møguleiki at keypa drekkivørur fyri sámiligar prísir.
Koyriætlanin sær soleiðis út:
Mikudagur. 2. august 2023
- kl. 11:30 Fráferð KBH Hovedbanen
- kl. 12:30 Fráferð Kastrup Lufthavn
- kl. 16:00 Koma til Gøtborg stadion
- kl. 19:00 Kick off – BK Häcken – KÍ
Eftir dystin er møguleiki at fara í býin í Gøteborg til umleið á midnátt, tá koyrt verður aftur móti Keypmannahavn.
Kostnaðurin fyri túrin, íroknað atgongumerki til dystin er kr. 735,-
Ferðin verður sett til sølu á www.atgongumerki.fo seinnapartin.
Um tørvur er á flogferð, kann hetta bókast umvegis www.atlantic.fo ella ferðaskrivstovu.


