Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magnus Norðberg rør seinastu ferð á ólavsøku

Jákup Ósá

Mest vinnandi rógvarin við Klaksvíkingi gevst at rógva á hægsta stigi eftir ólavsøkuróðurin.

Hann hevur vunnið 49 FM-stevnur við Klaksvíkingi og stendur til at vinna FM nr. 9 av 9 møguligum við Klaksvíkingi í ár. So nógv hevur eingin annar vunnið við Klaksvíkingi. Men nú ger ein afturvendur skaði, at Magnus takkar fyri seg sum rógvari á hægsta stigi.

– Á ólavsøku er tað stevna nr. 64 eg rógvi við Klaksvíkingi og um tað blívur til 49 ella 50 sigrar fáa vit at síggja. Eitt FM kann so við 99 % vissu lova. Hetta er samstundis mín seinasti róður. Ryggskaðin er komin aftur, og tað ber ikki til at venja ítrótt á so høgum stigi sum 10 mannafør eru og samstundis byggja ryggin sterkan aftur. Eg eri eisini væl nøgdur við tað, sum eg havi nátt, og steðgi eg sum ein væl nøgdur rógvari, sigur 43 ára gamli Magnus Norðberg.