Svenska Häcken minnir meir um norska Bodø/Glimt enn um tað, sum vit vanliga seta í samband við svensk lið. Tað metir KÍ-venjarin.
– Hetta er eitt svenskt lið, sum tó minnir meir um Bodø/Glimt enn um tey siðbundnu svensku 4-4-2 liðini. Teir hava eina norskan venjara, sum hevur fingið íblástur frá Bodø/Glimt. Tað gongur skjótt frameftir og teir trívast við at hava bóltin, men trívast eisini uttan bólt. So tað verður ein truplari dystur enn móti Ferencváros, tí leikferðin verður hægri, tí teir eru mitt í kappingini. Hesir eru betri uppá deyðbóltsstøður, meðan vit vistu, at Ferencváros vóru veikir uppá deyðbóltsstøður. Men tað er nokk uppá skjótálop og deyðbóltsstøður, at vit skulu royna at revsa teir. So skulu vit halda fokus og arbeiða hart, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið undan dystinum.
Häcken hevur selt sín besta álopsleikara og onkur leikari er skaddur, men hetta broytir ikki nakað uppá, hvussu Häcken spælir.
– Eg havi ikki so stórt fokus á teirra einstaklingar, men eg veit, hvussu teir spæla. Og teir spæla altíð eins, óansæð um fyrsti ella triði álopsleikarin spælir. Teir hava ein sterkan álopsleikara og bólttryggar miðvallarleikarar. So tað verður spennandi at síggja, um vit kunnu spæla upp móti teimum. Eg gleði meg, sigur Magne Hoseth undan dystinum.



