Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Häcken

Jákup Ósá

Í kvøld verður fyri fyrstu ferð fullsett til altjóða dyst hjá KÍ við Djúpumýrar.

KÍ fær vitjan av svensku meistarunum Häcken. Ein stór uppgáva hjá KÍ, tí svensk lið hava spælt 16 dystir móti føroyskum liðum gjøgnum tíðina og ongantíð tapt. Hjá KÍ er óvist, um Heini Vatnsdal og Mads B. Mikkelsen verða tøkir at spæla. Páll A. Klettskarð er skaddur og ikki tøkur.

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 19.45. Dómari verður Michal Očenaš  úr Slovakia. VAR-dómari verður Michael Fabbri úr Italia.