Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – Häcken

Hanus Kjølbro

Nokkso gott veður í morgun. Eitt lítið lot av ymsum ættum, um 2 – 3 m/s. Loftið er hálvskýggjað, og sól sæst í støðum. Turt er kring landið, og tað er eitt sindur køli, um 9 til 10 stig.

Sum líður á dagin fer ættin at leggja seg millum eystan og landnyrðing, men loftið fer at vera sum nú í morgun.

Í kvøld, meðan dystur er á Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og Häcken, er eitt lítið lot, minni enn 5 m/s,  av eystri ella landnyrðingi – t.e. eftir vøllinum niðan ímóti Bøgøtu. Vindurin fer neyvan at hava nakra ávirkan á dystin yvirhøvur.

Loftið hálvklárt ella skýggjað og turt. Hitin fer at liggja um 9-10 stig.