Teir hava stíðst og strevast og hava verið millum profilarnir á liðnum, og í dag fóru teir aftur til arbeiðis sum vanligt.
Jóannes Danielsen og René Shaki Joensen, sum báðir hava víst toppklassa á Champions League pallinum, vóru aftur til arbeiðis hjá EL-IN í dag.
Tað er einki at taka seg aftur í, at allir leikararnir hjá KÍ hava avrikað professionelt og á sera høgum støði seinastu tíðina, og hóast mótsøðuleikararnir bert hava fótbóltin sum sítt arbeið, so er tað als ikki soleiðis við KÍ-liðinum.
Jákup Eydnugarð tók myndina í morgun, tá ið hann hitti teir báðar við bátabrúgvarnar, har teir arbeiddu upp á eitt el-skáp.
Hóast teir ikki hava fótbólt, sum einasta dagliga yrki, eins og spælarar hjá Ferencváros ella Häcken, so hava teir víst ómetaliga professionelt støði á vøllinum.
Spenningurin til returdystin er øðiligur í býnum, aftaná enn eitt stórt úrslit í bestu europeisku fótbóltskappingini.


