Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes Bjartalíð í stórformi – Häcken vann toppdystin í Svøríki

Jákup Ósá

(Fótbóltur uttanlands)

Norska felagið Fredrikstad spældi í dag venjingardyst áðrenn landskappingin byrjar aftur um eina viku. Liðið vann 2-1 móti Moss og klaksvíkingurin Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini fyri Fredrikstad.

Í Svøríki spældi Häcken toppdyst móti Elfsborg. Häcken kom afturum 1-0, men javnaði 1-1 áðrenn Häcken fekk reytt kort. Hóast hetta, so skoraði Häcken bæði málini í seinna hálvleiki og vann 3-1. Sambært hagtølunum ein løgin dystur, har Elfsborg hevði yvirvág á flestu økjum uttan í málum.