Áðrenn dysturin byrjaði klokkan 19.00 fekk Eyðvør Klakstein handað sømdargávu sum besti leikari í bestu kvinnudeildini í farna mánaði.
Dysturin varð merktur eitt sindur av at hetta var fyrsti dysturin eftir summarfrítíðina. Tað sást at liðini vóru ikki í allar hvassastu venjing, men tó fingu vit ein spennandi dyst, har tað leikaði í við bæði málini. Tó má sigast at KÍ var betra liðið og vann tí uppiborið við tveimum málum.
KÍ hevur nú leikt 14 dystir og hevur 42 stig. NSÍ liggur á 2. plássi og hevur leikt 14 dystir og hevur 29 stig. Á triðja plássi er HB, sum hevur leikt 13 dystir og hevur 25 stig.





































































































