Soleiðis ljóðaðu orðini, tá ið UEFA umboðið, ið skuldi trekkja liðini í dag, tók orðið í samband við lutakastið.
Her er ein stuttur samandráttur av lutakastinum til Europa League í dag, har tú kanst hoyra serligu heilsanina frá UEFA til KÍ.
Tá UEFA hevði lutakast til dagsins play-off lutakast fekk KÍ eina serliga heilsu frá UEFA-manninum fyri sítt serliga flott avrik. Eitt úrslit, sum stendur sum tað mest serstaka í altjóða fótbólti í summar.
Lutakastið í Champions League gav KÍ vinnaran av, um KÍ megnar at koma víðari úr 3. umfari í Champions League, so skal KÍ møta vinnaranum av Olimpija Ljubljana (Slovenia) / Galatasaray (Turkaland). Har hevur KÍ heimavøll fyrst. Kl. 12.00 verður lutakast í Evropa league.


