Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Bel canto” operasangur 

Jóhann Lützen

Í hesum døgum verður sungið hart úti á Tórshavnar Musikskúla, tí operasangararnir Birita Adela og Douglas Yates fyrireika seg til “Bel canto” konsert

 

Í komandi viku skipar Opera.fo fyri ”Bel canto”- konsertum. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 18.august í Norðurlandahúsinum, og tann seinna sunnudagin 20.aug, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 


“Bel canto” ið á italskum merkir “vakur sangur”, verður nýtt bæði um klassiskan sangteknikk og um eitt ávíst tíðarskeið, tá komponistar sum Donizetti, Bellini, Rossini og Verdi livdu. Og júst hetta verður á skránni, tá tey bæði, Birita og Douglas, saman við dugnaliga klaverleikaranum Akseli Remmel, trýna á pall. 


Birita Adela byrjaði sína klassisku sangútbúgving í Nürnberg, í meistaralæru hjá Douglas Yates, og hevur seinnu árini verið verkætlanarleiðari hjá Opera.fo. Umframt ymiskar uppgávur uttanlands hevur hon m.a. sungið leiklutin Náttardrotningin í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum var sýnd á Tjóðpallinum í fjør. 


Douglas Yates, ið er úr Texas, hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferð á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council. Á føroyska pallinum kenna vit hann frá uppsetingum hjá Opera.fo í leiklutunum Don Giovanni – “Dagbókin hjá Leporello” (2018) og Sarastro – “Gandafloytan” (2022).


Aksel Remmel er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur framført bæði við Aldubáruni og sum solistur til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eisini er hann partur av føroyska ensemblinum EKA, sum í fjør vann FMA heiðursløn fyri ársins navn í opna bólkinum. 


Norðurlandahúsið fríggjakvøldið 18. aug. kl. 19:30
Mentanarhúsið í Fuglafirði sunnudagin 20. aug. kl. 16:00


Atgongumerki á 150 kr. fáast á atgongumerki.fo, nlh.fo og við dyrnar.