Sum nakað nýtt kanst tú nú keypa uppsett 2 og 4-manstjald á Norð Festivalinum.
Tað merkir í stuttum, at vit hava sett tjaldið upp fyri tykkum frammanundan, so tað stendur klárt til nýtslu, tá ið tit koma norð til Viðareiðis 26. aug.
Tit skulu sostatt bara hava soviposa og evt. undirlag við, tí tjaldið stendur longu uppi, tá ið tit koma. Tjaldið keypa tit við í prísinum, so hetta eiga tit og gera so sjálvi av, um tit ynskja at taka tað niður aftaná og við tykkum, ella tit lata tað standa og vit burturbeina tað.
Lættari hevur tað ongantíð verið at tjaldað í Føroyum.
Talan er um avmarkaða nøgd í ár, so um hetta er nakað fyri teg, ræður um at gera skjótt av.
Við í prísinum er 1 stk. atgongumerki til tjalding og 1 stk. uppsett 2 ella 4-manstjald, alt eftir hvat verður keypt. Um tit t.d. eru tvey, sum ynskja at keypa eitt uppsett 2-manstjald, so er bert neyðugt at keypa tjaldpláss fyri ein persón, tí í prísinum fyri uppsetta tjaldið er ein persónur íroknaður.
Um tit ivast, eru tit vælkomin at skriva til okkara her.
Keyp her: https://nordfest.atgongumerki.fo/…/2120932/order/info
Vit síggjast á Norð Festivalinum 26. aug.



