Kurvabóltsfelagið Hávur hevur opið hús í KÍ-høllini leygardagin 9. september, frá kl. 10:30 til 12:30
Royn teg í kurvabólti, ella kom og hav eina hugnaliga løtu í KÍ-høllini. Eisini verður møguligt at bíleggja Hávur búnan hendan dagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin; børn, ung og vaksin, roynd sum óroynd.
Kurvabóltsfelagið Hávur hevur eisini eina kapping á teirra facebook og instagram síðu, har tað er møguligt at vinna ein kurvabólt.
Annars eru venjingarnar hjá kvinnum og monnum byrjaðar.
Venjingin hjá U12 og U15 er fyri gentir og dreingir, og byrjar hon í viku 37 ⛹️♀️⛹️♂️ Venjingartíðirnar síggjast niðanfyri her:



