Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvstøðugar Føroyar – nógv fleiri “ja” enn “nei

Tjóðveldi

48,5 prosent siga ja og 32,25 prosent siga nei

 

 

800 føroyingar vórðu við í Spyr-kanning  21. september, sum setti spurningin:

«Tekur tú undir við, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land?»

Svar-bólkarnir vóru tríggir – «ja», «nei» og «eg veit ikki.»

 

Nógv størstur av hesum var bókurin sum segði «ja».  

48,5 prosent av teimum spurdu svaraðu «ja», at tey taka undir við, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land.

Minni enn ein triðingur av teimum spurdu svaraðu «nei» –  32,25 prosent.

Tey góðu 19 prosentini harímillum svaraðu «veit ikki.»

 

 

Av teimum, sum søgdu nei, vóru eitt sindur fleiri eldri og færri ung. Millum ung vóru 30 prosent, sum svaraðu nei. Greiðasta «ja» fekst í høvuðsstaðarøkinum, har 53,5 prosent søgdu ja til sjálvstøðugar Føroyar og bert 26 prosent søgdu nei.