Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldseta um Sandoyartunnilin 

Tíðindaskriv

Nú styttist til Sandoyartunnilin letur upp. Í hesum sambandi skipar Visit Sandoy fyri tiltaki í Virkinum á Sandi hóskvøldið 30. november kl. 19.30, har tosað verður um, hvussu hetta fer at ávirka Sandoynna – og hvussu hetta fer at ávirka restina av Føroyum. Øll eru vælkomin!

 

 

 

Teistin siglir kl. 17.20 av Gomlurætt.   

 

Skráin:  

  • Hanna á Reynatúgvu, varaborgarstjóri og forkvinna í samstarvsnevndini fyri Visit Sandoy, bjóðar vælkomin. 
  • Rógvi Ólavsson, samfelagsfrøðingur, tosar um samfelagsligu støðuna fyri og eftir tunnilin. 
  • Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM, fortelur um fyrimunin at vera í eini útjaðarakommunu, nú MBM fer at virka ost í Skálavík. 
  • Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Norðoy, heldur upplegg við heitinum “Ferð á ferðavinnuna”.
  • Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur upplegg, ið kallast “Runavíkingar til Havnar ella havnarfólk til Runavíkar”.