Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avgerandi dystur hjá Team Klaksvík í Kollafirði

Jákup Ósá

Mikukvøldið fellir avgerðin hvørs Team Klaksvík skal spæla hálvfinalu ella ikki í steypakappingini.

Í bólkinum hava øll liðini tvey stig undan síðsta umfarinum. Tað merkir, at vinnararnir mikukvøldið fara víðari til hálvfinalurnar. Team Klaksvík hevur mangan staðið seg væl í Kollafirði og tí er lagt upp til ein spennandi dyst.

Dysturin í Kollafirði mikukvøldið byrjar kl. 18.00.