At síggja til ætlar Landsstýrið at bróta sítt lyfti um at stuðla Mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík fíggjarliga, tá tað kemur til tær seinastu 5 milliónirnar. Tað er sera óheppið, tí verkætlanin er farin í gongd við áliti á, at Landsstýrið helt orð. Samstundis fáa onnur mentanarhús stuðul frá sama Landsstýri, so tað ber ikki til at fáa eyga á nakað reyðan tráð í mentanarpolitikkinum.
Norðlýsið hevur hugt í fíggjarlógaruppskotið hjá Ruth Vang, og har er ringt at síggja nakran felags mentanarpolitikk, tá tað kemur til at veita mentanarhúsum í Føroyum fíggjarligan stuðul. Ruth Vang skjýtur fyri 2024 upp at veita verkætlanini Saltsilo kr. 2.500.000, Mentanarhúsinum í Fuglafirði 300.000 í stuðulsjáttan, Norðurlandahúsinum í Tórshavn kr. 1.700.000 í stuðulsjáttan, Tjóðpalli Føroya, sum húsast í Tórshavn, 6.527.000 í stuðulsjáttan, Tjóðleikhúsinum í Tórshavn 6.000.000 í løgujáttan og Víkingagarðinum í Hovi 100.000 krónur í stuðulsjáttan.




