Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyskt sum annaðmál á Kambsdali

Jóhann Lützen

Um tú ella onkur, ið tú kennir, hevur annað móðurmál enn føroyskt og hug at læra føroyskt betur, so verður møguleikin nú á Kambsdali.

 

Nú á vári 2024 bjóðar Miðnám á Kambsdali nevniliga út skeið í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin, og tað er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, so hesi klára seg í arbeiðslívinum ella í útbúgvingarhøpi í Føroyum.

Næmingurin byrjar við eini upptøkusamrøðu. Byrjanarstøðið er, at tann lesandi hevur lokið grundskeið í føroyskum sum annaðmál í kvøldskúlaskipanini og hevur nakað av vitan um føroyskt frammanundan. Undirvísingin tekur atlit til mentan og fortreytir hjá tilflytarum.

Umframt málundirvísing fevnir undirvísingin eisini um innlit í mentan og samfelagsviðurskifti. Útbúgvingin er skipað sambært námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál, ið kann lesast á namsaetlanir.fo, og endar við próvtøku. Útbúgvingin er í 4 stigum, og eftir hvørt stigið er ein stigroynd.

Næmingurin lærir at skilja føroyskt, at tosa skilligt føroyskt, at lesa føroyskt, at skriva føroyskt, at kenna føroyska mentan og tær siðvenjur, sum hoyra til føroyska mentan og at kenna føroysk samfelagsviðurskifti.

Útbúgvingin skal viðvirka til, at tilflytarar kunnu kenna seg sum integreraðan part av samfelagnum og viðurkendar á arbeiðsmarknaði og í felagslívi annars. Soleiðis skal næmingurin gerast betri førur fyri at gagnnýta útbúgving og førleikar, sum tilflytari hevur við sær úr heimlandinum ella at fara undir útbúgving í Føroyum, um ein ynskir tað.

Skeiðini eru roknað sum fulltíðarskeið og eru millum 10 og 17 vikur long.

Undirvísingin er ókeypis, men næmingar mugu gjalda egnar lærubøkur.

Á kambsdalur.fo er umsókn at fylla út, og umsóknarfreistin er 4. januar 2024.