Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farsóttarøkið á føroyskar hendur

Jóhann Lützen

Farsóttarøkið varð flutt á føroyskar hendur 1. jan. 2024, tá Fólkaheilsustýrið yvirtók umsitingina av farsóttarøkinum – sama dag sum stovnurin hátíðarhelt sín fyrsta føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Heilsumálaráðnum á Eirargarði 2, mikudagin 3. januar kl. 14.00-16.00.

 

 

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og lutvíst Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stýrinum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

  • Ráðgeving og upplýsing.
  • Hagtøl og skráir
  • Tilbúgving

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið, og sum nevnt yvirtók stovnurin umsitingina av farsóttarøkinum frá landslæknaembætinum 1. jan. 2024.