Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Søgubrot um útróður í Klaksvík í baksýni

Jákup Andreasen

Frá at verða fremsta útróðrarpláss í landinum í fimti- og sekstiárunum, hevur útróðurin ikki sama týdning fyri liviumstøðurnar og handilslívið í Klaksvík, sum tá útróðurin myndaði gerandisdagin hjá teimum flestu.

 

 

Í mínum uppvøkstri á Stongunum í Klaksvík var eitt íðandi lív av útróðrarbátum, – monnum, fiskaarbeiði og øðrum virksemi, sum vakti mín áhuga fyri fiskivinnu og fiskiskapi, og sum hevur merkt mítt lestrar- og arbeiðslív líka síðan. Eg kendi eyðkenda ljóðið av motorunum á øllum bátunum, sum ofta fóru til útróðrar móti nátt. Áðrenn eg legði meg at sova, legði eg ofta tilmerkis, at nú fór Grunningur, Nevið Reyða ella onkur heilt annar bátur til útróðrar.

 

Kjølbro størsti bátaeigari

Um hesa tíðina átti Kjølbro fyritøkan nógvar útróðrarbátar, sum flestu vóru hvítmálaðir og bygdir á donskum skipasmiðjum beint eftir seinna kríggj. Um hesa tíðina var stórur tørvur á skipum og bátum í Føroyum, og tí lat danski staturin stuðul at byggja seks 80 tonsarar og fjúrtan 30 tonsarar til føroyingar. Eftir at aðrir høvdu roynt seg við fleiri av bátunum, og illa fingið tað at bera til, keyptu Kjølbro nakrar av bátunum til Klaksvíkar. Fyri og eftir kríggið átti Kjølbro fleiri útróðrarbátar enn nakar annar, og tá var Klaksvík størsta útróðrarpláss í landinum.

Við krígslok lat Kjølbro fýra útróðrarbátar byggja í Føroyum. Støðin (seinni Brattenni) varð smíðað á Skála, meðan Váðaklettur, Mækjuvík og Varpið vórðu bygdir í Klaksvík. Tað var Jákup Jacobsen ella Jákup í Fuglafirði sum stóð fyri at byggja útróðrarbátin Varpið til Kjølbro á sjálvum Varpinum í 1945, sum seinni varð longdur í 1955. Árið fyri hevði Jákup umbygt Royndina Fríðu hjá Kjølbro á sama staði.

Fleiri menn førdu Varpið, meðan Kjølbro átti bátin, og Hans Jensen á Varpinum var ein teirra. Pól Skarðenni ella Stellu-Pól førdi eisini bátin í nøkur ár. Ein tann mest eyðkendi útróðrarmaðurin á Stongunum í mínum uppvøkstri var Niclas á Selheyggi ella Niddurin, sum hann varð kallaður á Stongunum. Hann byrjaði sum motorpassari við Varpinum í 1950, og seinni fór hann at føra bátin. Niclas bleiv seinni útróðrarformaður á Nevinum.

 

Kjølbro selir bátarnar

Miðskeiðis í trýssunum seldi Kjølbro allar útróðrarbátarnar til útróðrarmenninar, men næstan allir bátarnir vórðu verandi í Klaksvík. Tískil avreiddu teir til nýbygda flakavirkið á Kósini, so virkið fekk nóg mikið av fiski fyrstu árini. Kjølbro seldi eisini Varpið, sum Albin Johannesen ella Albin á Hædd og aðrir keyptu. Eftir tað førdu Albin og Hans Andrias Olsen í Árnafirði bátin og møguliga eisini aðrir. Varpið skifti eigarar nakrar ferðir, eftir at hann varð seldur av bygdini í 1974, til hann at enda varð søktur við Fugloynna í 1990.

 

Fleiri útróðrarbátar smíðaðir á plássinum

Fleiri av gomlu motorbátunum vórðu smíðaðir í Klaksvík tíðliga í 1900 talinum, men seinni kom stígur í. Tá fingust bedingarnar í Klaksvík mest við umvælingar og viðlíkahald í nógv ár. Men í fyrru helvt av 1970 árunum smíðaðu Reynhold Jacobsen og aðrir nakrar 20 tons útróðrarbátar á Stongunum á leið har, sum egningarskúrarnir standa ídag.

Tann fyrsti av hesum bátunum var Elbjørg, sum Karstin Drenkstein og Asbjørn Vang høvdu bílagt, og sum fór á sjógv í 1971. Árið eftir smíðaðu teir Brøðraberg. Báðir hesir bátarnir høvdu stýrhúsið har frammi. Eftir teir komu Dúgvuberg og Sjóvarmoy, sum eins og hinir vóru súðubygdir, men sum høvdu stýrhúsið har afturi.

Nakað um somu tíð bygdu Jógvan Olsen ella Jógvan hjá Axel og aðrir nakrir 20 tons útróðrarbátar í niðurlagda fiskamjølsvirkinum hjá Kjølbro norðuri á Grótrætt. Ein av hesum bátum var Granit, sum Svend Thulesen lat byggja, og sum varð latin honum í 1972. Jógvan smíðaði eisini Jøkul til Sámal á Snørisvirkinum, sum fór av bakkastokki í 1978. Jøkul var 50 tons og tí væl størri enn hinir bátarnir. Ísak Matras førdi Jøkul fyrstu tíðina, sum hann er helst seinasta træskip, sum er smíðað í Føroyum.

 

Stórar broytingar í útróðrinum

Teir gomlu útróðrarbátarnir vóru ofta mannaðir við fleiri monnum, sum egndu umborð. Í fimti- og sekstiárunum royndu bátarnir víða um, og um várarnar fóru teir ofta vestur í Vágahavið at royna, og tá lógu teir úti fyri vikuna. Um dagin fóru teir inn á Miðvág at egna og síðan aftur til útróðrar um kvøldið. Seinni egndu teir flestu línuna upp á landi, og tá vóru færri mans við bátunum. Hetta gav nógv arbeiði til m.a. ungar dreingir, uppilagstar fiskimenn og pensjonistar, sum tá kundu vinna sær nakrar krónur.

Ídag sigla bara fáir av gomlu bátunum eftir á vágni í Klaksvík, men Norðsøki, sum er reiðiliga 80 ára gamal, er ein av teimum fáu gomlu, sum siglir enn. Í øðrum bygdum eru gomlu útróðrarbátarnir eisini um at fara í søguna. Nú er tað alt meira vanligt, at menn rógva einsamallir við hvør sínum glastrevjabáti, og bara teir fægstu liva av útróðri burturav. Ofta er talan um menn í aðrari vinnu, sum hava útróður sum hjávinnu, tá teir eru heima ella hava frí.

Vit mugu helst síggja í eyguni, at vinnuligur útróður sum livibreyð helst fer at doyggja út, tá ættarliðið, sum enn hongur í, leggur frá sær. Tað er strævið at rógva út, og inntøkan er ofta svingandi og vánalig. Nógv er broytt, síðan handlarnir í Klaksvík søgdu seg leggja tilmerkis, at tá tað gekst væl við útróðrinum, kundu teir merkja tað á søluni í handlunum.