Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bygdaleiðir mugu fáa ágóðan av nýggju farleiðunum

Javnaðarflokkurin

Í august setti Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, ein fyrispurning til landsstýrismannin í samferðslumálum, um ætlanin var at  skipa fleiri túrar hjá Bygdaleiðum úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin. Tá svaraði landsstýrismaðurin, at “tá ið Sandoyartunnilin letur upp, er ætlanin eisini at gera hóskandi tillagingar, soleiðis at Eysturoyartunnilin í framtíðini verður gagnnýttur betri til koyringina millum Norðoyggjar, Eysturoy og Suðurstreymoy.”

 

 

Nú er Sandoyartunnilin tikin í nýtslu, men enn hevur onki verið alment at frætt um,hvørjar tillagingar verða gjørdar, og nær væntast kann,at hesar verða settar í verk. Tí verður hesin spurningur tikin framaftur.

At ferðslan hjá leið 400 er skipað uttanum Eysturoyartunnilin merkir, at tey ferðandi brúka ein tíma eyka aftur og fram, hvørja ferð tey fara til Havnar ella Klaksvíkar.

Í dagsins samfelag ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri útlát og meira slit á vegirnar. Harumframt er tað ikki gott  fyri umhvørvið, at stórir bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til henda flutning.

Við ársbyrjan metti Strandferðslan, at tað fór at verða ein vøkstur í ferðafólkatalinum í 2023 á umleið 10-15%. Nú árið er runnið hevði verið áhugavert at fingið upplýst,hvussu henda meting helt.

Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara fyrispurninginum frá Eyðgunn Samuelsen.