Trupulleikin er bert, at teir verða brúktir til okkurt annað enn sítt endamál. Ein framtíðartryggjað fíggingarloysn fyri komandi samferðsluútbyggingar hevði tí verið at skipað vegskattin v.m. í ein grunn sum til dømis ALS ella Barsilsgrunnin, sum ikki hava loyvi at brúka tað, teir krevja inn, til onnur endamál.
Norðlýsið hevur hugt at tølunum fyri, hvussu nógv kemur inn í skrásetingargjaldi, vektgjaldi, meirvirðisgjaldi á bilar, tolli á innflutt akfør, punktgjaldi og brennioljugjaldi á benzin og diesel. Samlaða myndin sigur greitt, at nóg mikið av peningi er at taka av til tess at kunna fara undir Suðuroyartunnilin uttan at hækka hvørki vektgjøld, skrásetingargjøld ella bummgjøld.
Í 2021 vórðu millum 500 og 550 milliónir kravdar inn í vektgjaldi, skrásetingargjaldi v.m.. Av temum verða 183 milliónir brúktar til nýgerð av landsvegum, brúm og tunlum á landi, og 45 milliónir til viðlíkahald. Hetta gevur tilsamans 228 milliónir. Við øðrum orðum verða gott og væl 500 milliónir tiknar inn, men bert gott og væl 200 milliónir finna vegin fram til sítt endamál.
Tølini fyri 2020 vóru 532-537 mió. í inntøkum og 328,6 mió. í útreiðslum. Bilarnir góvu tá landinum eitt yvirskot uppá gott 200 mió.
Við støði í hesum báðum árunum eru millum 205 og 322 milliónir eyka at heinta árliga til samferðslukervið við at oyramerkja vegskattin til vegirnar.


