Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avlýsingar 31. januar 2024

klaksvik.fo

Fleiri avlýsingar eru í morgin orsaka fráboðanini um ódnarveður.

 

Allir kommunalu dagstovnarnir, dagrøktin og Snjalla Bjalla hava stongt í morgin. Somuleiðis er boðað frá, at býarbussurin heldur ikki koyrir í morgin. 

Býráðsumsitingin á Nólsoyar Pálsgøtu og á Fornagørðum hava stongt, men telefon og teldupostur verður svarað sum vanligt.