Tað verður BankNordik, ið fer at hava fyrsta netverksfundin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík í ár. Nýggja metnanarhúsið verður karmur um áhugaverdar framløgur frá bankanum, har millum annað stjórin í bakanum, Turið F. Arge, og stjórin í Skyn, Petur M. Niclasen, fara at hava framløgu.
Hvørt ár hevur Vinnulívsráðið í Klaksvík 4 netverksfundir, har vinnan fær innilit og vitan um fyritøkur, ið dagliga virka í økinum.
Seinna hálvár í fjør vitjaðu vit millum annað FøroyaTele og RV-Tøkni, har áhugaverdar framløgur góðu íblástur til limirnar í Vinnulívsráðnum.
Í dag kl. 09.00, fer BankNordik at bjóða inn til áhugavert netverksprát og framløgu. Tiltakið verður í Varpinum, og byrjað verður við morgunmati
Skráin fyri tiltakið sær soleiðis út:
Byrjað við morgunmati
Umboð fyri Vinnulívsráðið bjóðar vælkomin
Petur M. Niclasen, stjóri í Skyn: Gongdin á bústaðarmarknaðinum
Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik: Búskaparstøðan sæð úr einum bankasjónarhorni
Umboð fyri Vinnulívsráðið takkar fyri
Tiltakið endar
Allir limir hjá Vinnulívsráðnum við viðkomandi starvsfólkum eru vælkomin á netverksfundin.
Í Netverkinum hjá Vinnulívsráðum eru 65 limir ídag.



